
Jarðber snurrur
Tilfar
- 25 gr ger
- 1 dl mjólk
- 125 ml heitt vatn
- 50 ml olju
- 2 spsk sukur
- ½ tsk salt
- 1 krukku Bonne Maman – Strawberry Preserves
- 50 gr Original ODENSE Marcipan
- 80 gr flormelis
- 1 stk pasteuriseraðir eggjahvítar
Vegleiðing
- Filmsvegleiðing:
- Upploys gerið saman við mjólkini og vatninum.
- Rør síðan olju, sukur, salt og mjøl í. Um deiggið er ov bleytt, koyr so meira mjøl í.
- Stilla at heva í 15 min
- Rulla deiggið til ein fýrakant, og smyr Bonne Maman – Starwberry Preserves á deiggi.
- Ríva síðan marcipan omaná.
- Rulla deiggið til eina langa rullu, og sker sundur í uml. 3 cm stykkir.
- Bakað í 12 min á 200°.
- Tá snurrurnar eru kølnaðar, ger glasurið.
- Rør 80 gr av flormelis saman við eggjahvítum. Rør eitt sindur í á gangin, til tú fært rættan konsistens.
- Koyr glasurið í ein sproytiposa, og sproyta omaná snurrurnar í tunnum strípum.
Notes
Úrvalið av Bonne Maman er sera fjølbroytt, so tú hevur møguleika at velja akkurát tað slagið, sum tær dámar best. Øll sløgini rigga til hesa uppskrift.