Gamaldags føstulávintsbollar

2.3K

Gamaldags føstulávintsbollar

Portiónir 12 bollar
Fyrireiking 1 hour
Bakitíð 15 minutes
Tíð tilsamans 2 hours 30 minutes

Tilfar

Bollarnir

  • 1 dl mjólk
  • 1 egg
  • 25 g ger
  • 300 g hveitimjøl
  • 150 g smør
  • 1 knsp. salt
  • 2 spsk sukur
  • 0,5 tsk kardamumma fínmalið
  • 1 samanpískað egg til at pensla

Fylla við vaniljukremi og sjokolátu

  • 1 egg
  • 2 spsk sukur
  • 1 spsk hveitimjøl
  • 1 tsk vaniljusukur
  • 2,5 dl mjólk
  • 100 g ODENSE Mørk Chocolade 55% (200 g í pakkanum)

Vegleiðing

  • Rør gerið út í flógvari mjólk og píska eggið í. Mola sundur smørið í 150 g av hveitimjøli og koyr sukur, salt og kardamummu í. Rør gerblandingina í deiggi og slá tað væl og virðiliga við eini skeið. Koyr varisliga restina av hveitimjølinum og elt deiggið til tað er blankt og smidligt. Lat deiggið hvíla kalt í 15 minuttir.
  • Píska egg, sukur, hveitimjøl og vaniljusukur saman. Fá mjólkina upp at kóka og stoyt hana í eggjamassan, meðan tú pískar. Stoyt síðani alt aftur í grýtuna og kremið upp at kóka, meðan tú rørir í. Lat kremið síðani kølna.
  • Rulla deiggi tunt út og sker tað út í 12 ferningar (kvadratar) á 10×10 cm. Legg eina skeið av kakukremi mitt á hvønn ferning og drússsa grofthakkaða sjokolátu omanyvir. Brót deiggjhornini inn í móti miðjuni og kroyst tey væl saman yvir fylluna. Legg bollarnar – við samankomingini niðureftir – á eina bakiplátu við bakipappíri. Pensla bollarnar við samanpískaða egginum og lat teir ganga eitt fjálgt stað í 30-45 min (til teir eru umleið tvífalt vaksnir). Baka bollarnar í uml. 15 minuttir við 200° C.
  • Pynta fjálgu bollarnar við sjokolátaglasuri og njót teir, meðan teir eru nýbakaðir
Course: Bollar
Torleikastig: Miðal
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close