Føstulávintsbollar við vandbakkilsi

2K
Í stuttum
Um tú ynskir at lyfta tínar føstulávintsbollar til eitt nýtt støði og royna teg við vandbakkilsi, so er tú komin á rætt stað.

Føstulávintsbollar við vandbakkilsi

Portiónir 12 bollar
Fyrireiking 20 minutes
Bakitíð 30 minutes
Hvílitíð 10 minutes
Tíð tilsamans 1 hour

Tilfar

Bollar

  • 2 dl vatn
  • 100 g margarin
  • 120 g mjøl
  • 4 egg

Krem

  • 2 pk ODENSE Vaniljecreme (110g í pakkanum)
  • 6,5 dl mjólk
  • 2 pk róma

Pynt

  • 1 pk ODENSE Mælkechokolade – 36% (kann eisini vera ODENSE Mørk chokolade – 55%)
  • 1 pk AERO Bubbles (80g í pakkanum

Vegleiðing

Tilfarið

Bollarnir

  • Kóka vatn og margarin saman. Tá tað er samanrunnið; koyr so mjøl í. Rør inntil deiggi er leyst frá grýtuni.
  • Bíða eina løtu til tað er kølnað. Koyr síðani eitt egg í í senn.
  • Legg bakipappír á eina plátu. Skeiða deiggið á plátuna (uml. eina súpuskeið pr. bolla.)
  • Sett plátuna inn í ovnin í 30 min á 200°.

Krem

  • Píska vaniljupulvurið saman vid mjólkini. Píska róma fyri seg. Blanda róma og krem saman.
  • Sker bollarnar í helvt og koyr kremið á.

Pynt

  • Smelta sjokulátuna yvir vatnbaði og stoyt eitt sindur á hvønn bolla – upp til tín, hvussu nógv.
  • At enda pyntast við knústum aerokúlum.
Course: Bollar, Rómabollar
Torleikastig: Miðal
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close