
Føstulávintsbollar, ið eru lættir at gera
Tilfar
- 1 dl mjólk
- 1 egg
- 25 g ger
- 125 g smør bleytt
- 4 ssk sukur
- 6 dl mjøl (350 g)
- 1/2 tsk salt grovt
- 1 pk ODENSE Vaniljecreme (110 g í pakkanum)
- 1/2 pk ODENSE Mørk Chokolade 70% (Kann eisini vera ODENSE Mælkechocolade 36%)
- 1 ssk ODENSE Skovbær knas/crisp
Vegleiðing
- Tilfar:

- Hita mjólkina eitt vet – soleiðis at hon ikki drepur gerina. Koyr síðani alt í uttan mjøl. Rør/elt væl saman. Til síðst koyrir tú mjølið í. Rør/elt væl saman.
- Lat deiggið ganga í 60 min.
- Rulla deiggið út til ein stóran fýrakant á uml. 40 x 40 cm. Hav nokk av mjøli undir. Sker umleið 16 puntar á uml. 10 x 10 cm.
- Koyr eina súpiskeið av vaniljecreme á hvønn punt og pakka væl saman.

- Síðani skulu bollarnir aftur ganga í 45 min.

- Síðani inn í ovnin á 200° luftovn í 10 min.
- Smelta Odense sjokulátuna (70%) í vatnbaði og koyr hana omanyvir.
- Prýð við Odense Skovbær knasi.
