Hjørdis
Eg eiti Hjørdis Jógvansdóttir Dam og eri 30 ár. Eg arbeiði sum marknaðarfólk í Landshandlinum. Eg eri gift við manninum, Poul Thomas Dam, og saman eiga vit børnini Julianna og Bogi. Áhugin innan bakstur kom tíðliga hjá mær, men eg byrjaði av álvara at baka í áleið 2010, og er áhugin síðan bara voksin. Løtan í køkinum er mítt frírúm úr einum rokaligum gerandisdegi, har eg ordiliga slappi av og føli, og sleppi at lata hugflogið stýra. Tað besta við at baka, er gleðin eg sleppi at geva øðrum, sum skulu eta.