
Føstulávintsbollar við kremi og remonce
Tilfar
Bolladeiggj
- 35 gr ger
- 2 dl mjólk lunkað
- 50 gr sukur
- 1 tsk salt
- 2 stk egg
- 500 gr mjøl
- 200 gr smør bleytt
- 1 stk egg til pensling
Remonce
- 50 gr marcipan rivið
- 75 gr sukur
- 100 gr smør bleytt
- 1 tsk eplamjøl
Vaniljukrem
- 3,5 dl mjólk
- 1 bræv ODENSE Vaniljecreme med bourbonvanilje
Pynt
- flormelis
- kakao
- vatn
- 1 bl ODENSE Pastel Perler
Vegleiðing
- Filmsvegleiðing 1:
- Filmsvegleiðing 2:
Bolladeiggj:
- Hita mjólkina, so hon er lunkað. Stoyt í ein bolla, og upploys gerið í henni.
- Koyr síðan egg, sukur og salt í, og rør væl saman.
- Stoyt helvtina av mjølinum í, og rør væl saman. Elta síðan smørið í, og tá alt er samlað, koyr so restina av mjølinum í, og rør til deiggið sleppir skálini. Um tað er ov klistrut, koyr so eitt sindur meira mjøl í afturat.
- Legg eitt viskustykki omanyvir bollan, og lat heva í 1 tíma.
Remonce
- Ríva marcipanið í eina skál og koyr sukur, smør og eplamjøl í saman við.
- Rør tað saman til tað er samlað, og stilla til síðis.
Vaniljukrem
- Koyr mjólkina og pulvrið í ein bolla og píska væl. Tað tekur áleið 5 minuttir at fáa rættan konsistens. Stilla til síðis.
Samling
- Koyr mjøl á borðið, og hell deiggið útá. Sker evt. deiggið í 2. Rulla út til ein fýrakant. Deiggið skal vera 0,5 cm tjúkkt.
- Sker smáar fýrakantar út. Legg 1 tsk av remonce og 1 tsk av vaniljukrem í miðjuna, og flolda saman. Ansa eftir, at har ikki er mjøl á endunum. Trýst endarnar væl saman, so kremið ikki rennur úr. Vend teir á eina bakiplátu.
- Pensla bollarnar við eggi.
- Bakað í 15 min á 180°. Lat síðan kølnað heilt.
Pynt
- Rør flormelis, kakaopulvur og vatn saman, so tú fært eitt tjúkkt glasur.
- Smyr glasurið omaná bollarnar, og pynta við Pastel Perlum.