Jarðber snurrur

1.6K
Í STUTTUM
Um tú skal gera ein serliga góðan morgunmat við onkrum søtum afturvið kaffinum, ella fært gestir til drekkamun, so mást tú prøva hesar.

Jarðber snurrur

Portiónir 25 stk
Fyrireiking 30 minutes
Bakitíð 12 minutes
Hevitíð 15 minutes
Tíð tilsamans 57 minutes

Tilfar

  • 25 gr ger
  • 1 dl mjólk
  • 125 ml heitt vatn
  • 50 ml olju
  • 2 spsk sukur
  • ½ tsk salt
  • 1 krukku Bonne Maman – Strawberry Preserves
  • 50 gr Original ODENSE Marcipan
  • 80 gr flormelis
  • 1 stk pasteuriseraðir eggjahvítar

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Upploys gerið saman við mjólkini og vatninum.
  • Rør síðan olju, sukur, salt og mjøl í. Um deiggið er ov bleytt, koyr so meira mjøl í.
  • Stilla at heva í 15 min
  • Rulla deiggið til ein fýrakant, og smyr Bonne Maman – Starwberry Preserves á deiggi.
  • Ríva síðan marcipan omaná.
  • Rulla deiggið til eina langa rullu, og sker sundur í uml. 3 cm stykkir.
  • Bakað í 12 min á 200°.
  • Tá snurrurnar eru kølnaðar, ger glasurið.
  • Rør 80 gr av flormelis saman við eggjahvítum. Rør eitt sindur í á gangin, til tú fært rættan konsistens.
  • Koyr glasurið í ein sproytiposa, og sproyta omaná snurrurnar í tunnum strípum.

Notes

Úrvalið av Bonne Maman er sera fjølbroytt, so tú hevur møguleika at velja akkurát tað slagið, sum tær dámar best. Øll sløgini rigga til hesa uppskrift.
Torleikastig: Miðal
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close