
Sjokulada margens
Tilfar
Sjokulada margens
- 4 stk eggjahvítar
- 1 tsk edik
- 200 gr sukur
- 80 gr ODENSE Mælkechokolade – 36%
Omaná
- 1 pk ODENSE Vaniljecreme med bourbonvanilje
- 3,5 dl mjólk
- 125 ml róma
- 100 gr frísk jarðberð
- 1 pot myntu ikki neyðugt
Vegleiðing
- Filmsvegleiðing:
Margens
- Píska hvítarnarn til skúm, so stoyt edikkin í.
- Koyr síðan sukri í eitt sindur í senn.
- Smelta sjokuladuna, og rør hana lætt í margensið, so sjokuladan sæst væl í.
- Sproyta síðan smá reiður á bakipappír, ella brúka eina skeið og forma til reiður.
- Baka í 1 tíma á 175°, og lat kølna.
Omaná:
- Píska vaniljupulvurið og mjólkina saman eftir vegleiðingini á pakkanum.
- Píska róman og rør hann saman við kreminum.
- Koyr eina skeið av kreminum í reiðrið og pynta við skornum jarðberum og myntu.
Notes
Koyr kremið á beint áðrenn tú serverar, tí marengsið verður skjótt breytt