Medaljur

970
Í STUTTUM
Medaljur er ein klassisk kaka, sum er sera leskilig, men kemur ongantíð at kunna etast serliga pent.

Medaljur

Portiónir 8 stk
Fyrireiking 40 minutes
Bakitíð 8 minutes
Tíð tilsamans 48 minutes

Tilfar

Mørdeiggj

  • 200 gr mjøl
  • 4 spsk flormelis
  • 125 gr smør kalt og skorið í terningar
  • 1 stk eggjablommu

Fylla & pynt

  • 1 bl Bonne Maman – Rasberry Preserve
  • 1 pk ODENSE Vaniljecreme med bourbonvanilje
  • 3,5 dl mjólk
  • 1 pk róma
  • 50 gr flormelis
  • vatn
  • 1 tubu ljósareyðari gelefarvu
  • 1 bl ODENSE Hindber Hallon

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:

Mørdeiggj:

  • Elta alt tilfarið saman til tín fært eitt samlað deiggj.
  • Legg deiggið millum 2 ørk av bakipappíri, og rulla tað flætt. Skal vera umleið 0,5 cm tjúkt.
  • Tak ein útstykkjara og ger 16 rundingar.
  • Baka í umleið 8 min á 200°, ella til kakurnar verða gyltar. Lat síðan kølnað heilt.

Fylla og pynt.

  • Blanda flormelis, vatn og liting, og smyr helvtina av kakunum við glasurinum.
  • Píska vaniljukremið og mjólkina eftir vegleiðing á pakkanum, og koyr í ein sproytiposa.
  • Píska róman stívan, og stoyt í sproytiposan.
  • Sproyta róman á kakurnar uttan glasur á kantin. Koyr eina hálva tsk av hindbersúltutoy í miðjuna, og fyll restina upp við vaniljukreminum.
  • Koyr síðan kakurnar omaná við glasurinum á.
  • Pynta toppin við róma og hindberdrússi.
Torleikastig: Miðal
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close