Gateau Marcel

1.9K
Í STUTTUM
Gateau Marcel er ein kaka til sjokuladaelskarar. Ein bleyt og lekkur kaka við ríkum sjokuladasmakki.

Gateau Marcel

Portiónir 14 fólk
Fyrireiking 45 minutes
Bakitíð 30 minutes
Kølitíð 30 minutes
Tíð tilsamans 1 hour 45 minutes

Tilfar

  • 350 gr smør ósaltað
  • 350 gr ODENSE Mørk Chokolade 55%
  • 230 gr pasteuriseraðar eggjablommur pastu
  • 350 gr sukur
  • 300 gr pasteuriseraðir eggjahvítar
  • 80 gr ODENSE Spåner Mørk chokolade

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Smelta sjokuladuna og smørið í mikroovni ella yvir vatnbað. Minst til at røra hvørt 20. sek um tú brúkar mikroovn.
  • Píska eggjablommur og 230 gr av sukri til tað verður stívt.
  • Vend sjokuladuna í eggjablommurnar.
  • Píska eggjahvítar í einum øðrum bolla. Koyr 115 gr av sukur í – eitt sindur í senn. Píska til taðer stívt.
  • Vend eggjahvítarnar í sjokuladablandingina – eitt sindur í senn.
  • Stoyt helvtina av blandingini í ein springform (Umleið 24cm). Og goym hina helvtina í køliskápinum.
  • Baka botnin í 30 min á 175°. Lat síðan kølnað í 30 min.
  • Tá kakan er kølnað, koyr so kakuplast innaní kantin, og stoyt hina helvtina av kreminum omaná bakaða botnin, og set í køliskápið yvir nátt.
  • Tá kakan hevur sett seg, kan hana úr forminum, og pynta hana við sjokuladaspønum.
Torleikastig: Miðal

Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close