Ostakaka við hvítari sjokuladu og passiónsfrukt

3.2K
Í STUTTUM
Ein lekkur og frísk ostakaka, sum man nemt kann eta fleiri stykkir av.

Ostakaka við hvítari sjokuladu og passiónsfrukt

Portiónir 10 fólk
Fyrireiking 40 minutes
Kølitíð 4 hours 20 minutes
Tíð tilsamans 5 hours

Tilfar

Keksabotnur

  • 300 gr Towergate milk digestive
  • 150 gr smør

Sjokulada-ostakrem

  • 4 stk husblads
  • 75 gr smør
  • 4 dl róma
  • 250 gr ODENSE Hvid Chocolade hakkað
  • 65 gr flormelis
  • 200 gr natural rómaost

Passiónsfrukt gele

  • 3 stk husblads
  • 3 stk passiónsfrukt
  • 2 dl vatn
  • 75 gr sukur

Krystaliserað sjokulada

  • 100 gr ODENSE Hvid Chocolade hakkað
  • 100 gr vatn
  • 100 gr sukur

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:

Keksabotnur

  • Knús keksirnar og vend saman við smeltaða smørinum.
  • Stilla ein form á eitt fat og koyr kakuplast inn í formin.
  • Stoyt keksablandingina í formin og slættað út. Stillað síðan á køl.

Sjokulada ostakrem

  • Bloyt husblads í køldum vatni, og stilla til síðis.
  • Í eina grýtu skal síðan smøri, sjokuladan og 0,5 dl av róma smeltast saman.
  • Tak grýtuna av hitanum og kroyst vatnið úr husblads, og rør tað í grýtuna.
  • Rør so rómaostin og flormelis saman, og vend helvtina í restina. Tá tað er rørt saman, rør so hina helvtina í.
  • Pískað 3,5 dl róma lætt, og vend saman við hinum, og ger aftur í tveimum umførum.
  • Stoyt sjokuladablandingina omaná botnin og stilla á køl í uml 2 tímar.

Passiónsfrukt gele

  • Bloyt husblads í køldum vatni og stilla til síðis.
  • Í eina grýtu koyr passiónsfrukt, vatn og sukur í og kókað í nakrar minuttir.
  • Síla tað í eina skál.
  • Kroyst vatnið úr husblads, og rør í.
  • Lat kølnað eina løtu, og stoyt síðan omaná kakuna.
  • Stillað síðan á køl til geleið er storknað.

Krystaliserað sjokulada

  • Kókað vatn og sukur í eini grýtu til tað verður uml. 130°.
  • Tak grýtuna av hitanum, og koyr hvíta sjokuladu í. Píska niður í grýtuna til tað klumpar seg, og verður hart.
  • So er bert eftir at pyntað
Torleikastig: Roynd
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close