Lat aftur

Gateau Marcel

Portiónir 14 fólk
Fyrireiking 45 minutes
Bakitíð 30 minutes
Kølitíð 30 minutes
Tíð tilsamans 1 hour 45 minutes

Tilfar

  • 350 gr smør ósaltað
  • 350 gr ODENSE Mørk Chokolade 55%
  • 230 gr pasteuriseraðar eggjablommur pastu
  • 350 gr sukur
  • 300 gr pasteuriseraðir eggjahvítar
  • 80 gr ODENSE Spåner Mørk chokolade

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Smelta sjokuladuna og smørið í mikroovni ella yvir vatnbað. Minst til at røra hvørt 20. sek um tú brúkar mikroovn.
  • Píska eggjablommur og 230 gr av sukri til tað verður stívt.
  • Vend sjokuladuna í eggjablommurnar.
  • Píska eggjahvítar í einum øðrum bolla. Koyr 115 gr av sukur í - eitt sindur í senn. Píska til taðer stívt.
  • Vend eggjahvítarnar í sjokuladablandingina - eitt sindur í senn.
  • Stoyt helvtina av blandingini í ein springform (Umleið 24cm). Og goym hina helvtina í køliskápinum.
  • Baka botnin í 30 min á 175°. Lat síðan kølnað í 30 min.
  • Tá kakan er kølnað, koyr so kakuplast innaní kantin, og stoyt hina helvtina av kreminum omaná bakaða botnin, og set í køliskápið yvir nátt.
  • Tá kakan hevur sett seg, kan hana úr forminum, og pynta hana við sjokuladaspønum.
Torleikastig: Miðal