Sjokuladakaka

2.1K
Í STUTTUM
Uppskiftin uppá eina púra vanliga sjokuladaskuffukaku. Sera lætt og skjót at gera, um tú bráðliga fært gestir.

Sjokuladakaka

Fyrireiking 10 minutes
Bakitíð 30 minutes
Kølitíð 20 minutes
Tíð tilsamans 1 hour

Tilfar

  • 2 stk egg
  • 300 gr sukur
  • 225 gr mjøl
  • 4 spsk kakao
  • 1 tsk bakipulvur
  • ½ tsk natron
  • 1 tsk salt
  • 250 ml mjólk
  • 125 ml olju
  • 200 gr ODENSE Mælkechokolade – 36%

Glasur

  • 200 gr flormelis
  • 50 gr kakao
  • vatn

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Píska egg og sukur luftigt.
  • Píska síðan restina av tilfarinum í – uttan sjokuladuna.
  • Hakka sjokuladuna og vend hava í deiggið.
  • Stoyt í ein bakiform og baka í 30-40 min ella til kakan er liðugt bakað á 180°.
  • Lat hana kølnað á eini rist.
  • Rør flormelis og kakao saman við vatni – eitt sindur í senn, til tú fært rætta konsistens.
  • Smyr kølnaðu kakuna við glasurinum.
Torleikastig: Lætt
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close