Rør gerið út í flógvari mjólk og píska eggið í. Mola sundur smørið í 150 g av hveitimjøli og koyr sukur, salt og kardamummu í. Rør gerblandingina í deiggi og slá tað væl og virðiliga við eini skeið. Koyr varisliga restina av hveitimjølinum og elt deiggið til tað er blankt og smidligt. Lat deiggið hvíla kalt í 15 minuttir.
Píska egg, sukur, hveitimjøl og vaniljusukur saman. Fá mjólkina upp at kóka og stoyt hana í eggjamassan, meðan tú pískar. Stoyt síðani alt aftur í grýtuna og kremið upp at kóka, meðan tú rørir í. Lat kremið síðani kølna.
Rulla deiggi tunt út og sker tað út í 12 ferningar (kvadratar) á 10x10 cm. Legg eina skeið av kakukremi mitt á hvønn ferning og drússsa grofthakkaða sjokolátu omanyvir. Brót deiggjhornini inn í móti miðjuni og kroyst tey væl saman yvir fylluna. Legg bollarnar - við samankomingini niðureftir - á eina bakiplátu við bakipappíri. Pensla bollarnar við samanpískaða egginum og lat teir ganga eitt fjálgt stað í 30-45 min (til teir eru umleið tvífalt vaksnir). Baka bollarnar í uml. 15 minuttir við 200° C.
Pynta fjálgu bollarnar við sjokolátaglasuri og njót teir, meðan teir eru nýbakaðir