Blábermuffins við hvítari sjokuladu og marsipan.

999
Í STUTTUM
Hesar lekkru muffins eru ein perfekt blanding av søtum og frískligum. Saftig bláber geva fríska og súra smakkin, meðan hvíta sjokolátan og marsipanið geva eitt lekkurt søtt og saftigt íkast. Tær eru vælegnaðar til eina hugnaliga løtu við kaffi ella sum ein góður biti til ein serligan dag.

Bláberjamuffins við hvítari sjokulátu og marsipan

Portiónir 24 stk
Fyrireiking 30 minutes
Bakitíð 15 minutes
Tíð tilsamans 45 minutes

Tilfar

  • 125 gr smør
  • 2 stk egg
  • 150 gr sukur
  • 2 tsk vaniljusukur
  • 2 dl grikskt jogurt
  • 250 gr mjøl
  • 2 tsk bakipulvur
  • 165 gr Original ODENSE Marcipan
  • 115 gr ODENSE Hvide Chocoladeknapper
  • 250 gr bláber frísk ella fryst

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Smelta smørið á miðalhita, og stilla til síðis.
  • Píska egg, sukur og vaniljusukur luftigt.
  • Vend smeltaða smørið og jogurtið í varliga.
  • Goym 1 spsk av mjølið til seinni. Síla restina av mjølinum og bakipulvur í eina skál og rør tað væl saman.
  • Vend mjølið varliga í deiggið.
  • Sker marsipanið í smáar terningar. Koyr marsipan, bláber og sjokuladaknappar í eina skál og rør mjølið í og rør, so alt hevur fingið mjøl á seg. Mjølið fyribyrgir, at innihadið dettur niður í botnin á muffinini.
  • Vend tað so í deiggið til alt er samlað.
  • Deil deiggið í muffinformar.
  • Bakað í 15 min á 200°.
  • Tá tær eru kølnaðar, síla flormelis omaná.
Torleikastig: Lætt
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close