
Trøllachunks
Tilfar
- 250 g smør bleytt
- 250 g sukur
- 4 egg
- 200 g mjøl
- 2 tsk bakipulvur
- 0,5 dl mjólk
- 1 pk ODENSE Chokolade Chunks
Krem
- 200 g Philadelphia osti naturel
- 1 dl flormelis
- grøna fruktfarvu
Pynt
- 1½ dl kokos
- 1 pk Smarties (kanska tveir pakkar – ann uppá stødd)
- 1 pk ODENSE Chokolade Chunks
Vegleiðing
Tilfar
Mannagongd
- Rør smør og sukur saman.
- Píska síðani eggini í – eitt í senn.
- Vend mjøl og bakipulvur í blandingina.
- Koyr síðani mjólk í og koyr sjokulátchunks í at enda.

- Být mongdina í muffinsformar – umleið eina súpuskeið í hvønn form.

- Baka í ovninum í 25 min á 175°.
Krem
- Píska ostin og flormelis saman. Koyr fruktfarvu í at enda.

- Tak muffurnar úr ovinum aftaná á leið 25 min og lat tær kølna.

- Být eitt sindur av kremi á hvørja muffu – soleiðis sum tú heldur er best.

Kokus
- Blanda kokusið við eitt sindur av vatni og koyr grøna farvu í.
- Lat standa eina løtu, áðrenn tú rørir í.
- Turka kokusið á einum fati, áðrenn tú koyrir tað oman á muffurnar.

Pynt
- Koyr pyntið á, tá ið kokusið er tornað.


