Rabarbumazarin muffins við hvítari sjokulátu

171
Í STUTTUM
Forkela teg ella ein, tú ert góð/ur við, við rabarbumazarinkøkum við hvítari sjokolátu og brendum marengsi – ein freistani blanding av søtum og súrum.

Rabarbumazarin muffins við hvítari sjokulátu

Portiónir 12 stk
Fyrireiking 1 hour
Bakitíð 25 minutes
Kølitíð 30 minutes
Tíð tilsamans 1 hour 55 minutes

Tilfar

Rabarbur

  • 300 gr rabarbur
  • 1,5 dl vatn
  • 150 gr sukur

Mazarin

  • 1 stk vaniljustong
  • 150 gr sukur
  • 150 gr Original ODENSE Marcipan rivið
  • 150 gr smør bleytt
  • 3 egg
  • 160 gr mjøl
  • 1,5 tsk bakipulvur
  • 100 gr ODENSE Hvid Chocolade

Marengs

  • 2 pasteuriseraðir eggjahvítar
  • 80 gr sukur

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:

Rabarbur

  • Sker rabarburnat smátt.
  • Koyr rabarbur, vatn og sukur í eina grýtu, og kóka á miðalhita til tær eru moyrar. Uml 5-10 min.
  • Lat tær síðan kølna.
  • Síla vætuna frá, og stilla bæði til síðis aftaná.

Mazarin

  • Tendra ovnin á 175℃
  • Sker vaniljustongina í helvt og skava kornini úr. Rør eitt sindur av sukrinum í vaniljuna, so kornini deila seg betri.
  • Ríva marsipanið groft, og rør tað saman við sukrinum og vaniljuni.
  • Rør síðan smørið væl í.
  • Rør síðan eggini í – 1 egg í senn.
  • Vend síðan mjøl, bakipulvur og 0,5 dl av rabarbulakanum í deiggið.
  • Hakka sjokulátuna og vend í.
  • Deil deiggið í 12 muffinsformar, og koyr eitt sindur av rabarbunum í miðjuna á muffinformunum,
  • Baka í uml. 25 min til tær eru gyltar.
  • Tak kakurnar úr ovninum og dryppa restina av rabarbulakanum omaná.
  • Lat tær køln.

Margens:

  • Píska eggjahvítarnar stívar.
  • Píska sukri í – eitt sindur í senn. Píska síðan til tað er púra stívt.
  • Sproyta marengs omaná køkurnar og brenn marengsið við einum creme brulé brennara.
Course: Muffins
Torleikastig: Miðal
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close