
Halloween muffins
Tilfar
Muffins
- 2 stk egg
- 125 gr sukur
- 160 gr mjøl
- 1 tsk vaniljusukur
- 1 tsk natron
- ½ tsk bakipulvur
- 1½ tsk kanel
- 125 ml olju
- 200 gr rivnar gularøtur
Hvít sjokulada krem
- 2 stk límbløð
- 5 dl róma
- 50 gr farin
- ½ tsk kanel
- 150 gr ODENSE Hvid Chocolade hakkað
Grasker
- 100 gr Original ODENSE Marcipan
- 1 tuba Appilsingul pastafarva
- 10 gr glukosusyroppi
- 10 gr flormelis
Vegleiðing
Muffins:
- Filmsvegleiðing:
- Píska egg og sukur væl saman.
- Píska restina av tilfarinum í uttan gularøtirnar.
- At enda vend gularøtunar í.
- Deil deiggið í 12 muffinformar, og baka í 15-18 min á 190°.
- Lat síðan kølnað.
Grasker pynt
- Filmsvegleiðing:
- Elta pastafarvuna í marsipanið.
- Elta síðan siropping og flormelis í.
- Deil marsipanið í 12 eins bóltar.
- Brúka baksíðuna á einum knívi til at gera strikur í kúluna, so hon verður til eitt grasker.
Hvítsjokulada krem
- Filmsvegleiðing:
- Legg límbløðini í kalt vatn.
- Stoyt róman í eina grýtu saman við farin og kanel. Hita til beint undir kókipunktið.
- Hakka sjokuladuna smátt, og stoyt heita róman omanyvir eitt sindur í senn.
- Rør síðan límbløðini í.
- Stilla á køl til tað er heilt halt og stívnað.
- Tá tað er stívnað, skal kremið pískast luftigt, og síðan koyrast í ein sproytiposa. Sproyta omaná muffins og pynta at enda við einum graskeri.