Lat aftur

Bláberjamuffins við hvítari sjokulátu og marsipan

Portiónir 24 stk
Fyrireiking 30 minutes
Bakitíð 15 minutes
Tíð tilsamans 45 minutes

Tilfar

  • 125 gr smør
  • 2 stk egg
  • 150 gr sukur
  • 2 tsk vaniljusukur
  • 2 dl grikskt jogurt
  • 250 gr mjøl
  • 2 tsk bakipulvur
  • 165 gr Original ODENSE Marcipan
  • 115 gr ODENSE Hvide Chocoladeknapper
  • 250 gr bláber frísk ella fryst

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Smelta smørið á miðalhita, og stilla til síðis.
  • Píska egg, sukur og vaniljusukur luftigt.
  • Vend smeltaða smørið og jogurtið í varliga.
  • Goym 1 spsk av mjølið til seinni. Síla restina av mjølinum og bakipulvur í eina skál og rør tað væl saman.
  • Vend mjølið varliga í deiggið.
  • Sker marsipanið í smáar terningar. Koyr marsipan, bláber og sjokuladaknappar í eina skál og rør mjølið í og rør, so alt hevur fingið mjøl á seg. Mjølið fyribyrgir, at innihadið dettur niður í botnin á muffinini.
  • Vend tað so í deiggið til alt er samlað.
  • Deil deiggið í muffinformar.
  • Bakað í 15 min á 200°.
  • Tá tær eru kølnaðar, síla flormelis omaná.
Torleikastig: Lætt