Tendra ovnin á 175℃
Sker vaniljustongina í helvt og skava kornini úr. Rør eitt sindur av sukrinum í vaniljuna, so kornini deila seg betri.
Ríva marsipanið groft, og rør tað saman við sukrinum og vaniljuni.
Rør síðan smørið væl í.
Rør síðan eggini í - 1 egg í senn.
Vend síðan mjøl, bakipulvur og 0,5 dl av rabarbulakanum í deiggið.
Hakka sjokulátuna og vend í.
Deil deiggið í 12 muffinsformar, og koyr eitt sindur av rabarbunum í miðjuna á muffinformunum,
Baka í uml. 25 min til tær eru gyltar.
Tak kakurnar úr ovninum og dryppa restina av rabarbulakanum omaná.
Lat tær køln.