Mold og ormar

695
Í STUTTUM
Hvør sigur, at mold ikki kann vera lekkur? Hendan stuttliga ostakøkudessertin við Oreo sær út sum ein lítil pottur við mold, men smakkar søtt og kremut. Væl egnað til barnaføðingardagar ella eina baki-hugnaløtu í køkinum við børnunum.

Mold og ormar

Servings 6 gløs
Fyrireiking 30 minutes

Ingredients

  • 2 pk Oreo
  • 70 gr smør smeltað
  • 1 pk róma
  • 1 pk rómaost
  • Gummibomm-ormar Blandað bomm

Instructions

  • Filmsvegleiðing:
  • Blenda ein pakka av oreo til pulvur.
  • Smeltað smørið í mikroovi ella í eini grýtu. Koyr sðan smørið í Oreopulvri.
  • Deil tað í 6 gløs.
  • Blenda síðan ein pakka av Oreo afturat, og stilla til síðis.
  • Píska síðan ein pakka av róma.
  • Koyr rómaostin í, og helvtina av Oeropulvrinum og píska saman.
  • Deil tað síðan í gløsini.
  • Drússa restina av Oreopulvrinum omaná rómablandingina.
  • Pynta síðan við gummibomm-ormum.

Notes

Um tit ikki eiga eina hvirlu, kunnu tit koyra keksirnar í ein posa og knúsa tær við eini kakurullu ella við botninum av eini grýtu.
Torleikastig: Lætt
Lyklaorð: Barnauppskriftir, Børnini baka
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close