Halloween skrímsl

1.1K
Í STUTTUM
Stuttlig halloween skríml, sum eru løtt og spennandi at gera saman við børnum.

Halloween skrímsl

Portiónir 12 stk
Fyrireiking 1 hour
Tíð tilsamans 1 hour

Tilfar

  • 60 gr smør
  • 1 tsk vaniljuekstrakt
  • ¼ tsk salt
  • 225 gr smátt skúmgæti
  • 150 gr ODENSE Hvide Chocoladeknapper
  • 120 gr Rice Krispies

Pynt

  • 300 gr ODENSE Hvid Overtræk
  • 50 gr ODENSE Mørk Overtræk
  • pastafarva
  • smá smarties

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Smelta smør, vanilju og salt í eini miðalstórari grýtu.
  • Smelta síðan skúmgæti í. Tá tað er smeltað, verður hvíta sjokulatan eisini smeltað saman við.
  • Vend at enda Rice Krispies í.
  • Legg bakipappír í eitt fýrakantað fat. Slætta Rice Krispies massan niður í fati, og stilla í køliskápið til tað er storknað.
  • Tá tað er storknað, sker tað í smá pettir á áleið 3 x 7 cm.

Pynt

  • Deil hvítu sjokuladuna í smá íløt, og koyr pastalit í.
  • Smelta ein lit í senn í mikroovni. Minst til at røra væl í millum. Hav sjokuladuna í mikroovninum í uml 15-20 sekund á gangin.
  • Dyppa ein enda av Rice Krispies køkunum í sjokuladuna, og legg smá Smarties á, so tað sær út sum eygu.
  • Endurtak gongdina við øllum litunum.
  • Smelta myrku sjokuladuna, og stoyt í ein posa. Klipp eitt lítið hol í posan, og tekna eygni, munn, eygnabrýr o.s.fr. við sjokuladuni.
Torleikastig: Miðal
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close