
Medaljur
Tilfar
Mørdeiggj
- 200 gr mjøl
- 4 spsk flormelis
- 125 gr smør kalt og skorið í terningar
- 1 stk eggjablommu
Fylla & pynt
- 1 bl Bonne Maman – Rasberry Preserve
- 1 pk ODENSE Vaniljecreme med bourbonvanilje
- 3,5 dl mjólk
- 1 pk róma
- 50 gr flormelis
- vatn
- 1 tubu ljósareyðari gelefarvu
- 1 bl ODENSE Hindber Hallon
Vegleiðing
- Filmsvegleiðing:
Mørdeiggj:
- Elta alt tilfarið saman til tín fært eitt samlað deiggj.
- Legg deiggið millum 2 ørk av bakipappíri, og rulla tað flætt. Skal vera umleið 0,5 cm tjúkt.
- Tak ein útstykkjara og ger 16 rundingar.
- Baka í umleið 8 min á 200°, ella til kakurnar verða gyltar. Lat síðan kølnað heilt.
Fylla og pynt.
- Blanda flormelis, vatn og liting, og smyr helvtina av kakunum við glasurinum.
- Píska vaniljukremið og mjólkina eftir vegleiðing á pakkanum, og koyr í ein sproytiposa.
- Píska róman stívan, og stoyt í sproytiposan.
- Sproyta róman á kakurnar uttan glasur á kantin. Koyr eina hálva tsk av hindbersúltutoy í miðjuna, og fyll restina upp við vaniljukreminum.
- Koyr síðan kakurnar omaná við glasurinum á.
- Pynta toppin við róma og hindberdrússi.