Jarðber og sjokulada ostakøka

2.2K
Í STUTTUM
Ostakøkan, sum bæði er søt og frísk. Riggar stak væl til føðingardagar ella bindiklubban.

Jarðber og sjokulada ostakøka

Portiónir 14 fólk
Fyrireiking 1 hour

Tilfar

Botnur

  • 200 gr digestive keks
  • 100 gr smør smeltað
  • 50 gr ODENSE Mørk Chokolade 55%
  • 50 gr ODENSE Mælkechokolade – 36%

Ostakrem

  • 5 bløð husblas
  • 1 stk lime
  • 200 gr jarðber
  • 200 gr rómaost neutral
  • 100 gr flormelis
  • 1 tsk vaniljupasta
  • 4 dl róma

Sjokulada ganache

  • 3 dl róma
  • 150 gr ODENSE Mørk Chokolade 55%
  • 150 gr ODENSE Mælkechokolade – 36%

Pynt

  • 100 gr Jarðber
  • 1 bl ODENSE Toffee Kugler

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:

Botnur:

  • Knús Digestive keksirnar og vend smeltaða smørið í.
  • Hakka sjokuladuna og vend í.
  • Brúka ein springform ella ein kakuring, og legg kakuplast inn í ringin, fyri at fáa ein penan kant.
  • Trýst keksamassuna niður í botnin við eini skeið ella koppi. Stilla síðan á køl.

Ostakrem:

  • Legg husblas á blod í køldum vatni, og stilla til síðis.
  • Ríva skalið av limini og stilla til síðis.
  • Kroyst vætuna úr einari lime og koyr í eina grýtu saman við jarðberunum, og kóka saman til ein greyt. Mosa gjarna jarðberini. Tá tað er blivið ein tunnur greytur, tak síðan av hitanum. Kroyst vatnið úr husblasunum og rør í jarðbergreytin.
  • Tak ein bolla og rør rómaost, flormelis, vaniljupasta og limeskal í.
  • Rør varðliga jarðbergreytin í rómaostblandingina eitt sindur í senn.
  • Tak síðan ein nýggjan bolla og píska róman lætt. Vend róman saman við restini eisini eitt sindur í senn.
  • Stoyt ostakremið omaná keksabotnin, og stilla á køl í 6-8 tímar.

Sjokulada ganache:

  • Hakka sjokuladuna og koyr í ein bolla saman við rómanum.
  • Hita í mikroovni 15-30 sekund á gangin, og rør væl millum. Endurtak hetta til sjokuladan er smeltað. Hevur tú ikki mikroovn, kanst tú smeltað hita yvir vatnbað.
  • Lat kølnað til umleið stovuhita, og stoyt síðan omaná ostakremið, og lat tað seta seg í køliskápið.

Pynt:

  • Tá kakan hevur sett seg, tak hana út køliskápinum og tak form og kakuplast av.
  • Sker jarðber í helvt og pynta við Toffee kúlum og jarðberunum.
Torleikastig: Roynd
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close