Sjokulátakaka við glasuri og karamelfudge

2.9K
Í stuttum
Skal tað vera sjokuláta, so lat tað vera sjokuláta. Ein saftig sjokulátakaka við sjokulátaglasuri og karamelfudge omaná.

Sjokulátakaka við glasuri

Portiónir 20 køkustykki
Fyrireiking 30 minutes
Bakitíð 25 minutes
Tíð tilsamans 1 hour

Tilfar

  • 2 dl blak
  • 1,25 dl olju (raps- ella sólsikkuolju)
  • 200 g hveitimjøl
  • 300 g sukur
  • 40 g kakao
  • 1 tsk vaniljusukur
  • 1 tsk bakipulvur
  • 1 tsk natron
  • 1 tsk salt
  • 1,5 dl frísktbryggjað kaffi

Mjólkasjokulátubræðing

  • 200 g ODENSE Chokoladeknapper – mælk (150 g í pakkanum)
  • 150 g bleytum smøri
  • 55 g flormelis
  • 1 spsk kakao
  • 0,5 tsk flakasalt

Pynt

  • 50 g ODENSE Karamel fudge (85 g í pakkanum)
  • 50 g ODENSE Spåner Mørk chokolade (80 g í pakkanum)
  • 1 tsk ODENSE Bronze Støv (5 g í pakkanum)

Vegleiðing

  • Tendra ovnin á 180° og legg bakipappír í formin.
  • Píska egg, blak og olju saman í eina skál.
  • Blanda hveitimjøl, sukur, kakao, vaniljusukur, bakipulvur, natron og salt saman og síla tað í deiggið.
  • Bryggja ein sterkan kopp av kaffi og rør tað í deiggi, soleiðis at tað gert javnt og einvorðið.
  • Breið út deiggið í ein fýrakant (uml. 23×33 cm) og baka køkuna í ovninum í 25 minuttir – inntil hon er gjøgnumbakað og gevir eftir við einum lættum trýsti á yvirflatuna.
  • Køl køkuna av á eini rist.

Mjólkasjokulátubræðingin

  • Smelta mjólkasjokulátuna í eini skál yvir vatnbaði ella í mikroovninum.
  • Píska smør og flormelis – ljóst og luftigt – í eini skál við einum elpískara.
  • Píska tí smeltaðu sjokulátuna, kakao og salt í smørkremið, inntil alt er vorðið tjúkt og luftigt.

Pynt

  • Smyr bræðingina á køkuna og pynta við karamelfudge og sjokulátaspønum, sum tú hevur vent í gullstøvinum.
Course: Køkur
Torleikastig: Miðal
Lyklaorð: glasur, kaka, køkur
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close