Talkøka

553
Í STUTTUM
Talkøka til føðingardag, sum kann tillagast júst sum tú hevur hug við litum, smakki og pynti - bert hugflogið setur mørkini.

Tal køka

Servings 20 fólk
Fyrireiking 8 hours
Bakitíð 40 minutes
Tíð tilsamans 8 hours 40 minutes

Ingredients

Køkan

  • 4 egg
  • 600 gr sukur
  • 450 gr mjøl
  • 8 spsk kakao
  • 2 tsk bakipulvur
  • 1 tsk natron
  • 2 tsk salt
  • 500 ml mjólk
  • 250 ml olju

Krem

  • 350 gr ODENSE Hvid Chocolade
  • 250 ml róma

Pynt

  • Candy King blandað bomm
  • Víndrúur

Instructions

  • Filmsvegleiðing:

Køkan

  • Píska egg og sukur luftigt.
  • Píska síðan restina av tilfarinum í.
  • Stoyt í ein bakiform og baka í 30-40 min ella til kakan er liðugt bakað á 180°.
  • Lat hana kølnað á eini rist.

Kremið

  • Koyr sjokulátuna í eina skál.
  • Hita róman og stoyt omanyvir sjokulátuna og lat standa í 3-5 min
  • Rør saman. Um sjokulátan ikki er smeltað, koyr so í mikroovnin í 15 sek á gangin til hon er smeltað.
  • Stilla í køliskáp yvir nátt ella lat standa í stovuhita.
  • Píska síðan kremið, so tað verður lætt og koyr í stroytiposan.

Samling

  • Ger ein form við bakipappírið av talinum, sum tú skalt brúka. Sker kakuna eftir forminum.
  • Sproyta smáar prikkar omaná køkuna.
  • Pynta síðan við Candy King bommi og frískum víndrúum.
Torleikastig: Miðal
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close