Legg husblas á blod í køldum vatni, og stilla til síðis.
Ríva skalið av limini og stilla til síðis.
Kroyst vætuna úr einari lime og koyr í eina grýtu saman við jarðberunum, og kóka saman til ein greyt. Mosa gjarna jarðberini. Tá tað er blivið ein tunnur greytur, tak síðan av hitanum. Kroyst vatnið úr husblasunum og rør í jarðbergreytin.
Tak ein bolla og rør rómaost, flormelis, vaniljupasta og limeskal í.
Rør varðliga jarðbergreytin í rómaostblandingina eitt sindur í senn.
Tak síðan ein nýggjan bolla og píska róman lætt. Vend róman saman við restini eisini eitt sindur í senn.
Stoyt ostakremið omaná keksabotnin, og stilla á køl í 6-8 tímar.