Halloween muffins

1.1K
Í STUTTUM
Nú veðrið gerst kaldari og tað verður skjótari myrkt, vita vit at halloween nærkast. Baka lekkrar og krydraðaðar muffins og kom í halloweenhýr.

Halloween muffins

Portiónir 12 stk
Fyrireiking 1 hour
Bakitíð 15 minutes
Kølitíð 2 hours
Tíð tilsamans 3 hours 15 minutes

Tilfar

Muffins

  • 2 stk egg
  • 125 gr sukur
  • 160 gr mjøl
  • 1 tsk vaniljusukur
  • 1 tsk natron
  • ½ tsk bakipulvur
  • 1½ tsk kanel
  • 125 ml olju
  • 200 gr rivnar gularøtur

Hvít sjokulada krem

  • 2 stk límbløð
  • 5 dl róma
  • 50 gr farin
  • ½ tsk kanel
  • 150 gr ODENSE Hvid Chocolade hakkað

Grasker

  • 100 gr Original ODENSE Marcipan
  • 1 tuba Appilsingul pastafarva
  • 10 gr glukosusyroppi
  • 10 gr flormelis

Vegleiðing

Muffins:

  • Filmsvegleiðing:
  • Píska egg og sukur væl saman.
  • Píska restina av tilfarinum í uttan gularøtirnar.
  • At enda vend gularøtunar í.
  • Deil deiggið í 12 muffinformar, og baka í 15-18 min á 190°.
  • Lat síðan kølnað.

Grasker pynt

  • Filmsvegleiðing:
  • Elta pastafarvuna í marsipanið.
  • Elta síðan siropping og flormelis í.
  • Deil marsipanið í 12 eins bóltar.
  • Brúka baksíðuna á einum knívi til at gera strikur í kúluna, so hon verður til eitt grasker.

Hvítsjokulada krem

  • Filmsvegleiðing:
  • Legg límbløðini í kalt vatn.
  • Stoyt róman í eina grýtu saman við farin og kanel. Hita til beint undir kókipunktið.
  • Hakka sjokuladuna smátt, og stoyt heita róman omanyvir eitt sindur í senn.
  • Rør síðan límbløðini í.
  • Stilla á køl til tað er heilt halt og stívnað.
  • Tá tað er stívnað, skal kremið pískast luftigt, og síðan koyrast í ein sproytiposa. Sproyta omaná muffins og pynta at enda við einum graskeri.
Torleikastig: Miðal
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close