
Ostakaka við hvítari sjokuladu og passiónsfrukt
Tilfar
Keksabotnur
- 300 gr Towergate milk digestive
- 150 gr smør
Sjokulada-ostakrem
- 4 stk husblads
- 75 gr smør
- 4 dl róma
- 250 gr ODENSE Hvid Chocolade hakkað
- 65 gr flormelis
- 200 gr natural rómaost
Passiónsfrukt gele
- 3 stk husblads
- 3 stk passiónsfrukt
- 2 dl vatn
- 75 gr sukur
Krystaliserað sjokulada
- 100 gr ODENSE Hvid Chocolade hakkað
- 100 gr vatn
- 100 gr sukur
Vegleiðing
- Filmsvegleiðing:
Keksabotnur
- Knús keksirnar og vend saman við smeltaða smørinum.
- Stilla ein form á eitt fat og koyr kakuplast inn í formin.
- Stoyt keksablandingina í formin og slættað út. Stillað síðan á køl.
Sjokulada ostakrem
- Bloyt husblads í køldum vatni, og stilla til síðis.
- Í eina grýtu skal síðan smøri, sjokuladan og 0,5 dl av róma smeltast saman.
- Tak grýtuna av hitanum og kroyst vatnið úr husblads, og rør tað í grýtuna.
- Rør so rómaostin og flormelis saman, og vend helvtina í restina. Tá tað er rørt saman, rør so hina helvtina í.
- Pískað 3,5 dl róma lætt, og vend saman við hinum, og ger aftur í tveimum umførum.
- Stoyt sjokuladablandingina omaná botnin og stilla á køl í uml 2 tímar.
Passiónsfrukt gele
- Bloyt husblads í køldum vatni og stilla til síðis.
- Í eina grýtu koyr passiónsfrukt, vatn og sukur í og kókað í nakrar minuttir.
- Síla tað í eina skál.
- Kroyst vatnið úr husblads, og rør í.
- Lat kølnað eina løtu, og stoyt síðan omaná kakuna.
- Stillað síðan á køl til geleið er storknað.
Krystaliserað sjokulada
- Kókað vatn og sukur í eini grýtu til tað verður uml. 130°.
- Tak grýtuna av hitanum, og koyr hvíta sjokuladu í. Píska niður í grýtuna til tað klumpar seg, og verður hart.
- So er bert eftir at pyntað