Lat aftur

Trøllachunks

Portiónir 18 muffur
Fyrireiking 20 minutes
Bakitíð 25 minutes
Krem, kokos og pynt 15 minutes
Tíð tilsamans 50 minutes

Tilfar

  • 250 g smør bleytt
  • 250 g sukur
  • 4 egg
  • 200 g mjøl
  • 2 tsk bakipulvur
  • 0,5 dl mjólk
  • 1 pk ODENSE Chokolade Chunks

Krem

  • 200 g Philadelphia osti naturel
  • 1 dl flormelis
  • grøna fruktfarvu

Pynt

  • 1½ dl kokos
  • 1 pk Smarties (kanska tveir pakkar - ann uppá stødd)
  • 1 pk ODENSE Chokolade Chunks

Vegleiðing

Tilfar

Mannagongd

  • Rør smør og sukur saman.
  • Píska síðani eggini í - eitt í senn.
  • Vend mjøl og bakipulvur í blandingina.
  • Koyr síðani mjólk í og koyr sjokulátchunks í at enda.
  • Být mongdina í muffinsformar - umleið eina súpuskeið í hvønn form.
  • Baka í ovninum í 25 min á 175°.

Krem

  • Píska ostin og flormelis saman. Koyr fruktfarvu í at enda.
  • Tak muffurnar úr ovinum aftaná á leið 25 min og lat tær kølna.
  • Být eitt sindur av kremi á hvørja muffu - soleiðis sum tú heldur er best.

Kokus

  • Blanda kokusið við eitt sindur av vatni og koyr grøna farvu í.
  • Lat standa eina løtu, áðrenn tú rørir í.
  • Turka kokusið á einum fati, áðrenn tú koyrir tað oman á muffurnar.

Pynt

  • Koyr pyntið á, tá ið kokusið er tornað.
Course: Muffins
Torleikastig: Miðal
Lyklaorð: páskir