Ómakaleys lagkøka við hindberum og marsipani

3.1K
Í stuttum
Tað eru fáar køkur, ið eru so lættar at gera, men samstundis síggja so gott út.

Ómakaleys lagkøka við hindberum og marsipan

Portiónir 12 fólk
Fyrireiking 30 minutes
Tíð tilsamans 1 hour

Tilfar

  • 300 g Original ODENSE Marcipan (375g í pakkanum)
  • 5 dl pískiróma
  • 200 g hindber (helst frísk)
  • 3 lagkøkubotnar (ljósir)

Pynt

  • hindber
  • skarðssýrusmæra ella annað grønt (valfrítt)
  • Orignal ODENSE Marcipan (rívast av avlopinum)

Vegleiðing

  • Marsipanið verður rivið við einum grovum rívijarni og verður lagt á bakipappír, soleiðis at tað kann turka eitt sindur.
  • Rómin verður pískaður til lætt rómaskúm. Síðani verða hindberini rørd runt í kreminum inn til tey eru spjadd væl runt í rómaskúminum.
  • Síðsta hond verður lagt á kremið við at venda 300 g av rivnum marsipani í rómakremið.
  • Smyr kremið ímillum lagkøkubotnarnar og enda við kremið ovast.
  • Pynta við hindberum, onkrum grønum og rivnum marsipani at enda.
Course: Køkur
Torleikastig: Lætt
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close