Kavamenn

1.6K
Í STUTTUM
Ein sera stuttligur og ikki minst lekkur rómabolli, sum gevur rætt jólalag.

Kavamaður

Portiónir 16 stk
Fyrireiking 1 hour 30 minutes
Bakitíð 10 minutes
Kølitíð 30 minutes
Tíð tilsamans 2 hours 10 minutes

Tilfar

Botnur

  • 1 pk ODENSE Kransekage

Skúm

  • 125 gr sukur
  • 40 gr vatn
  • 60 gr glykosusirop
  • 80 gr eggjahvítar pasturiseraðar
  • 15 gr sukur

Pynt

  • 100 gr ODENSE Mørk Overtræk
  • 200 gr ODENSE Hvid Overtræk
  • 1 pk Appilsingul pastafarva

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:

Botnar:

  • Sproyta kransakakumassan á bakipappír, og baka á 180° í uml. 8-10min ella til botnarnir eru gyltir.

Skúm:

  • Koyr 125 gr sukur, vatn og glykosusirop í eina grýtu, og hita upp til 118°. IKKI RØR Í.
  • Píska eggjahvítarnar til skúm, og stoyt síðan 15 gr sukur í.
  • Tá sukurmassin er komin uppá 118°, stoyt tað í eggjahvítarnar í eini tunnari strálu.
  • Píska síðan í uml. 10 min.
  • Koyr massan í ein sproytiposa við rundum tyllið í, og sproyta skúmið á køldu botnarnar. Spoyta í trimum partum, so skúmið sær út sum ein kavamaður.

Pynt

  • Smelta 50gr Mørk Overtræk, og stoyt tað í ein sproytiposa, og koyr antin ein heilt lítlan rundan tyll í, ella klipp ein lítið hol á posan.
  • Sproyta greinar (armar) á eitt bakipappír.
  • Smelta síðan 200gr av Hvit Overtræk, og stoyt í ein kopp.
  • Dyppa rómabollarnar í Hvítu sjokuladuna.
  • Sjokuladan tornar skjótt, so tá tú hevur dyppað uml. 3 stk, set so armar á. Endurtak sodan til allir rómabollarnir eru lidnir.
  • Smelta síðan 50gr Mørk Overtræk, og stoyt í sproytiposa. Pynta kavamennirnir við eygum, munni og knappum.
Torleikastig: Roynd
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close