Marsipanbreyð

1.5K
Í STUTTUM
Er tað yvirhøvur jól uttan marsipan og sjokuladu? Kom og royn hesa skjótu uppskriftina uppá heimagjørd marsipanbreyð.

Marcipanbreyð

Portiónir 15 stk
Fyrireiking 30 minutes
Lat storknað 30 minutes
Tíð tilsamans 1 hour

Tilfar

  • 375 gr Original ODENSE Marcipan
  • 200 gr ODENSE Mørk Overtræk
  • 15 gr ODENSE Hindber Hallon

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Deil marcpianið upp í 15 eins stykkir. Hvørt stykkið skal viga 25 gr.
  • Rulla tað til lítlar longdir.
  • Smelta sjokuladuna í mikroovni ella yvir vatnbað.
  • Vend marcipanstykkini í sjokuladuna.
  • Dryssað fyrstturkaðu hinberini omanyvir so hvørt tú hevur dyppað uml. 2 stk. Ikki bíða for leingi við at koyra hinberini omanyvir, tí sjokuladan storknar skjótt.
  • Lat so standa á borðinum til sjokuladan er storknað. Tú kanst eisini koyra í køliskápið.
Torleikastig: Lætt
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close