Deil hvítu sjokuladuna í smá íløt, og koyr pastalit í.
Smelta ein lit í senn í mikroovni. Minst til at røra væl í millum. Hav sjokuladuna í mikroovninum í uml 15-20 sekund á gangin.
Dyppa ein enda av Rice Krispies køkunum í sjokuladuna, og legg smá Smarties á, so tað sær út sum eygu.
Endurtak gongdina við øllum litunum.
Smelta myrku sjokuladuna, og stoyt í ein posa. Klipp eitt lítið hol í posan, og tekna eygni, munn, eygnabrýr o.s.fr. við sjokuladuni.