Smákøkur við sjokulátaknappum

1.9K
Í stuttum
Vælsmakkandi smákøkur, ið eru lættar at gera og eru upplagdar at gera saman við børnum.

Smákøkur við sjokulátaknappum

Portiónir 15 smákøkur
Fyrireiking 15 minutes
Bakitíð 10 minutes
Hvílitíð 2 hours
Tíð tilsamans 2 hours 25 minutes

Tilfar

  • 500 g mjøl
  • 400 g margarin
  • 150 g flormelis
  • 1 pk ODENSE Chokoladeknapper – mørk (150 g í pakkanum)

Vegleiðing

  • Hetta er tilfarið, ið skal nýtast:
  • Rør mjøl, margarin og flormelis saman. Má eltast væl. Rulla tad út til 2 rullir, og síðani skulu rullurnar inn í køliskápið at standa í 2 tímar.
  • Aftaná 2 tímar tekur tú rullurnar út og sker tær í tunnar skivur. Legg skivurnar á bakipappír.
  • Legg 2-3 knappar av sjokulátu á hvørja skivu og koyr tær í ovnin á 200° í umleið 10 min ella inntil kantarnir eru brúnkaðir eitt vet.
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close