Jarðber terta

2K
Í STUTTUM
Ein sera frísk og summarslig terta til eitthvørt høvi.

Jarðber terta

Portiónir 8 fólk
Fyrireiking 20 minutes
Bakitíð 45 minutes
Hvílitíð 1 hour
Tíð tilsamans 2 hours 5 minutes

Tilfar

Botnur

  • 250 gr ODENSE Original Marzipan
  • 250 gr Rørsukur
  • 250 gr Smør (rúmtemperatur)
  • 4 stk Egg
  • ½ tsk Salt

Omaná

  • 150 gr ODENSE Mørke Chokoladeknapper
  • 1 pk ODENSE Vaniljecrem med Bourbonvanilje
  • 3,5 dl Mjólk
  • 1 pk Jarðber

Vegleiðing

Tilfar:

  • Byrja við at røra marzipan og rørsukur saman. (Eg brúki blandimaskinu, tó ber til at brúka pískara).
  • Síðan verður smørið koyrt í eitt sindur í senn.
  • Koyr so eggini í, eitt á gangin, og píska væl ímillum.
  • Deil síðan deiggið javnt í ein tertuform.
  • Bakað í 45 min í 180°.
  • Tá botnurin er bakaður, skulu sjokuladaknapparnir leggjast á heita botnin, so teir smelta.
  • Smyr síðan út við einum køkspensli.
  • So skal kakan stillast á køl í 1 tíma, ella til botnurin er heilt kølnaður.
  • Tá botnurin er kølnaður, skal vaniljukremið gerast eftir leiðbeining aftanfyri á pakkanum. Smyr síðan kremið omaná kakuna.
  • Nú er bert eftir at skera jarðberini, og leggja tey pent omaná vaniljukremið.
Torleikastig: Lætt
Lyklaorð: kaka, lætt, summarsligt
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close