
Ómakaleys lagkøka við hindberum og marsipan
Tilfar
- 300 g Original ODENSE Marcipan (375g í pakkanum)
- 5 dl pískiróma
- 200 g hindber (helst frísk)
- 3 lagkøkubotnar (ljósir)
Pynt
- hindber
- skarðssýrusmæra ella annað grønt (valfrítt)
- Orignal ODENSE Marcipan (rívast av avlopinum)
Vegleiðing
- Marsipanið verður rivið við einum grovum rívijarni og verður lagt á bakipappír, soleiðis at tað kann turka eitt sindur.
- Rómin verður pískaður til lætt rómaskúm. Síðani verða hindberini rørd runt í kreminum inn til tey eru spjadd væl runt í rómaskúminum.
- Síðsta hond verður lagt á kremið við at venda 300 g av rivnum marsipani í rómakremið.
- Smyr kremið ímillum lagkøkubotnarnar og enda við kremið ovast.
- Pynta við hindberum, onkrum grønum og rivnum marsipani at enda.