
Halloween skrímsl
Tilfar
- 60 gr smør
- 1 tsk vaniljuekstrakt
- ¼ tsk salt
- 225 gr smátt skúmgæti
- 150 gr ODENSE Hvide Chocoladeknapper
- 120 gr Rice Krispies
Pynt
- 300 gr ODENSE Hvid Overtræk
- 50 gr ODENSE Mørk Overtræk
- pastafarva
- smá smarties
Vegleiðing
- Filmsvegleiðing:
- Smelta smør, vanilju og salt í eini miðalstórari grýtu.
- Smelta síðan skúmgæti í. Tá tað er smeltað, verður hvíta sjokulatan eisini smeltað saman við.
- Vend at enda Rice Krispies í.
- Legg bakipappír í eitt fýrakantað fat. Slætta Rice Krispies massan niður í fati, og stilla í køliskápið til tað er storknað.
- Tá tað er storknað, sker tað í smá pettir á áleið 3 x 7 cm.
Pynt
- Deil hvítu sjokuladuna í smá íløt, og koyr pastalit í.
- Smelta ein lit í senn í mikroovni. Minst til at røra væl í millum. Hav sjokuladuna í mikroovninum í uml 15-20 sekund á gangin.
- Dyppa ein enda av Rice Krispies køkunum í sjokuladuna, og legg smá Smarties á, so tað sær út sum eygu.
- Endurtak gongdina við øllum litunum.
- Smelta myrku sjokuladuna, og stoyt í ein posa. Klipp eitt lítið hol í posan, og tekna eygni, munn, eygnabrýr o.s.fr. við sjokuladuni.