Sjokulada macerons

1.4K
Í STUTTUM
Fá angan at Fraklandi inn í køkin við lekkrum sjokulada macerons.

Sjokulada macerons

Portiónir 14 stk
Fyrireiking 20 minutes
Bakitíð 14 minutes
Kølitíð 20 minutes
Tíð tilsamans 54 minutes

Tilfar

  • 130 gr flromelis
  • 50 gr mandlumjøl
  • 20 gr kakao
  • 2 stk eggjahvítar
  • 2 spsk sukur

Fylla

  • 60 gr ODENSE Mørk Chokolade 55%
  • 60 gr róma

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Koyr flormelis, mandlumjøl og kakao í eina hvirlu, so alt verður heilt fínt.
  • Síla tað so í ein bolla.
  • Í einum øðrum bolla, skal tú píska eggjahvítarnir luftigar, og síðan sukri í, so tað gerst heilt stívt. Tú skal kunna venda bollan á høvdið uttan at tað dettur úr. Ver tó varin at ikki píska ov leingi.
  • Vend so turran tilfarið í, eitt sindur í senn. Tað er her tað gerst trupult. Tú mást ikki venda ov harliga, tí so slær man luftina úr, og kanna leypandi um tú hevur eitt fast deiggj, sum tú kanst gera eitt 8 tal við, uttan at deiggið 'slitnar' (sí filmsvegleiðing).
  • Koyr síðan deiggið í ein sproytiposa, og sproyta eins rundingar út á bakipappírið.
  • Lat tær standa og torna á borðinum til tær hana fingið eina hindu á, og tú kanst nerta við uttan at fáa deiggj á fingurin.
  • Bakað so í 13-14 min á 140°, og lat síðan kølnað.

Fylla:

  • Hakka sjokuladuna fínt. Hita róman og stoyr omaná sjokuladuna. Rør til sjokuladan er smelta, og stilla síðan á køl.
  • Tá sjokuladan er vorðin tjúkk, koyr hana so í ein spoytiposa og sproyta eitt sindur á botnin á eini macron, og trýst hana saman við einari aðrari. Halt á fram til allar hava fingið fyllu.
Torleikastig: Roynd
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close