
Brownie við berjamousse
Tilfar
Brownie
- 2 stk egg
- 300 gr sukur
- 100 gr mjøl
- 1½ tsk vaniljusukur
- 2 spsk kakao
- ½ tsk salt
- 100 gr smør smeltað
- 150 gr ODENSE Mørk Overtræk smeltað
Jarðberð-hindber mousse
- 6 stk husblas
- 250 gr Jarðber fryst
- 100 gr hindber fryst
- 70 gr sukur
- 2 dl reint jogurt
- 3 dl róma
Pynt
- 20 gr ODENSE Spåner med karamelsmag
- 1 pk hindber frísk
Vegleiðing
Browniebotnur
- Filmsvegleiðing:
- Píska egg og sukur væl saman.
- Koyr síðan mjøl, kakao, vaniljusukur og salt í.
- Píska smeltaða smørið í.
- Smelta sjokuladuna og píska í.
- Smyr deiggið í ein form, og baka í 30 min á 175°
Jarberð-Hindber mousse
- Filmsvegleiðing:
- Legg husblas í kalt vatn.
- Kóka berini til tey gerast bleyt. Mosa tey, tá tey eru blivin bleyt.
- Kroyst vatnið úr husblasinum og rør í heitu berjabladingina.
- Lat berjablandingina kølna heilt. Tó áðrenn tað setur seg.
- Rør sukri og jogurtið saman.
- Píska róman lætt.
- Stoyt helvtina av jogurtblandingini í berini og rør væl saman. Stoyt síðan hina helvtina í og rør.
- Rør so helvtina av tí í róman. Síðan hina helvtina.
- Stoyt í ein silikonform.
- Fyrst mousse'ið til tað verður heilt fryst, so tú lætt fær koppa tað úr silikonforminum.
Samling
- Legg botnin á eitt fat og koppa mousse'ið omaná.
- Pynta við frískum berum og karamelspønum frá Odense.
Notes
Um tú ikki hevur ein silikonform, kanst tú eisini stoyta tað beint á botnin í ein rundan form við kakuplast innanfyri í forminum. Tá er ikki neyðugt at frysta kremið heilt, men bara lata tað stívna í køliskápinum.