Lat aftur

Brownie við berjamousse

Portiónir 14 fólk
Fyrireiking 45 minutes
Bakitíð 30 minutes
Hvílitíð/frystitíð 6 hours
Tíð tilsamans 7 hours 15 minutes

Tilfar

Brownie

  • 2 stk egg
  • 300 gr sukur
  • 100 gr mjøl
  • 1½ tsk vaniljusukur
  • 2 spsk kakao
  • ½ tsk salt
  • 100 gr smør smeltað
  • 150 gr ODENSE Mørk Overtræk smeltað

Jarðberð-hindber mousse

  • 6 stk husblas
  • 250 gr Jarðber fryst
  • 100 gr hindber fryst
  • 70 gr sukur
  • 2 dl reint jogurt
  • 3 dl róma

Pynt

  • 20 gr ODENSE Spåner med karamelsmag
  • 1 pk hindber frísk

Vegleiðing

Browniebotnur

  • Filmsvegleiðing:
  • Píska egg og sukur væl saman.
  • Koyr síðan mjøl, kakao, vaniljusukur og salt í.
  • Píska smeltaða smørið í.
  • Smelta sjokuladuna og píska í.
  • Smyr deiggið í ein form, og baka í 30 min á 175°

Jarberð-Hindber mousse

  • Filmsvegleiðing:
  • Legg husblas í kalt vatn.
  • Kóka berini til tey gerast bleyt. Mosa tey, tá tey eru blivin bleyt.
  • Kroyst vatnið úr husblasinum og rør í heitu berjabladingina.
  • Lat berjablandingina kølna heilt. Tó áðrenn tað setur seg.
  • Rør sukri og jogurtið saman.
  • Píska róman lætt.
  • Stoyt helvtina av jogurtblandingini í berini og rør væl saman. Stoyt síðan hina helvtina í og rør.
  • Rør so helvtina av tí í róman. Síðan hina helvtina.
  • Stoyt í ein silikonform.
  • Fyrst mousse'ið til tað verður heilt fryst, so tú lætt fær koppa tað úr silikonforminum.

Samling

  • Legg botnin á eitt fat og koppa mousse'ið omaná.
  • Pynta við frískum berum og karamelspønum frá Odense.

Notes

Um tú ikki hevur ein silikonform, kanst tú eisini stoyta tað beint á botnin í ein rundan form við kakuplast innanfyri í forminum. Tá er ikki neyðugt at frysta kremið heilt, men bara lata tað stívna í køliskápinum.
Torleikastig: Miðal