
Kavamaður
Tilfar
Botnur
- 1 pk ODENSE Kransekage
Skúm
- 125 gr sukur
- 40 gr vatn
- 60 gr glykosusirop
- 80 gr eggjahvítar pasturiseraðar
- 15 gr sukur
Pynt
- 100 gr ODENSE Mørk Overtræk
- 200 gr ODENSE Hvid Overtræk
- 1 pk Appilsingul pastafarva
Vegleiðing
- Filmsvegleiðing:
Botnar:
- Sproyta kransakakumassan á bakipappír, og baka á 180° í uml. 8-10min ella til botnarnir eru gyltir.
Skúm:
- Koyr 125 gr sukur, vatn og glykosusirop í eina grýtu, og hita upp til 118°. IKKI RØR Í.
- Píska eggjahvítarnar til skúm, og stoyt síðan 15 gr sukur í.
- Tá sukurmassin er komin uppá 118°, stoyt tað í eggjahvítarnar í eini tunnari strálu.
- Píska síðan í uml. 10 min.
- Koyr massan í ein sproytiposa við rundum tyllið í, og sproyta skúmið á køldu botnarnar. Spoyta í trimum partum, so skúmið sær út sum ein kavamaður.
Pynt
- Smelta 50gr Mørk Overtræk, og stoyt tað í ein sproytiposa, og koyr antin ein heilt lítlan rundan tyll í, ella klipp ein lítið hol á posan.
- Sproyta greinar (armar) á eitt bakipappír.
- Smelta síðan 200gr av Hvit Overtræk, og stoyt í ein kopp.
- Dyppa rómabollarnar í Hvítu sjokuladuna.
- Sjokuladan tornar skjótt, so tá tú hevur dyppað uml. 3 stk, set so armar á. Endurtak sodan til allir rómabollarnir eru lidnir.
- Smelta síðan 50gr Mørk Overtræk, og stoyt í sproytiposa. Pynta kavamennirnir við eygum, munni og knappum.