
Othello lagkaka
Tilfar
Lagkaku botnar
- 4 stk egg
- 359 gr sukur
- 240 ml mjólk
- 115 gr smør
- 250 gr mjøl
- 2 tsk bakipulvur
- ½ tsk salt
- 1 spsk vaniljuekstrakt
Fylla
- 2 pk ODENSE Vaniljecreme
- 4 dl mjólk
- 2 pk róma
- 1 bl Bonne Maman – Rasberry Preserve Hindersyltutoy
Pynt
- 4 spsk flormelis
- 1 spsk kakapo
- 375 gr Original ODENSE Marcipan
Vegleiðing
- Filmsvegleiðing
Lagkakubotnar
- Píska eggini og sukri saman í 3-5 min.
- Rør mjólkina og smørið saman og smelta í mikroovni.
- Síla mjøl, bakipulvur og salt.
- Vend mjølblandingina saman við eggjablandingini.
- Stoyta vanilju saman við mjólkini og smørinum.
- Koyr uml. ¼ av deigginum í mjólkablandingina og rør saman.
- Stoyt tað síðan í hin partin av deigginum, og vend saman.
- Deil deiggið í tveir formar (18-20 cm). Koyr ⅓ av deiggium í ein form og ⅔ í hin.
- Baka í uml. 35 min á 180° – Ella til botnurin er gyltur.
Fylla
- Píska 4 dl mjólk og vaniljukremið saman.
- Stoyt so 2 pk róma í og píska aftur.
- Legg ein botn á eitt fat, og smyr botnin við hinberjasyltutoynum.
- Omaná skal vaniljukremið smyrjast.
- Legg ein botn omaná og endutak aftur.
Pynt
- Blanda flormelis, kakao og vatn til glasur og smyr omaná toppin á kakuni.
- Lat kakuna køla í uml. 1 tíma.
- Rulla síðan marcipani tunt og sker tað til ein band, sum passar runt um kakuna.
- Píska ein pakka av róma og pynta toppin við róma framvið kantin.