Rabarbuterta

3.4K
Í STUTTUM
Ein sera frísk og leskilig terta, sum egnar seg sera væl til bindiklubban og onnur hugnalig kvøld.

Rabarbuterta

Portiónir 8 fólk
Fyrireiking 30 minutes
Bakitíð 45 minutes
Tíð tilsamans 1 hour 15 minutes

Tilfar

Rabarbublanding

  • 1 kg rabarbum
  • 50 gr sukur
  • 2 tsk vaniljusukur

Deiggj

  • 150 gr smør
  • 150 gr sukur
  • 150 gr mjøl
  • 50 gr Original ODENSE Marcipan

Pynt

  • 10 gr flormelis
  • 1-2 spsk ODENSE Hindber Hallon Frysetørret

Afturvið

  • 1 pk ODENSE Dessertcreme Med Vaniljesmag

Vegleiðing

  • Videovegleiðing

Rabarbublanding

  • Blanda 50 gr av sukur og vaniljusukrið saman.
  • Stoyt tað í rabarburnar, og rør væl saman.
  • Koyr síðan rabarbublandingina í ein tertuform.

Deiggj

  • Vit koyra síðan smør, mjøl, sukur og marcipan í bollan og røra. (Eg brúki blandimaskinu)
  • Tá deiggið er rørt saman, skal tað pettast omanyvir rabarburnar.
  • Bakað tertuna í 45 min á 190°.

Omaná

  • Tá tertan er bakað, dryssi eg flormelis omaná, og koyri nøkur frystiturkað hindber omaná.
  • Afturvið stoyti eg ODENSE dessertkrem við vaniljusmakk omaná.
Torleikastig: Lætt
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close