Lat aftur
Printa út
Mynd av uppskriftini
Mannagongdsmyndir
Smaller
Normal
Larger
Tal køka
Portiónir
20
fólk
Fyrireiking
8
hours
tímar
Bakitíð
40
minutes
min
Tíð tilsamans
8
hours
tímar
40
minutes
min
Tilfar
Køkan
4
egg
600
gr
sukur
450
gr
mjøl
8
spsk
kakao
2
tsk
bakipulvur
1
tsk
natron
2
tsk
salt
500
ml
mjólk
250
ml
olju
Krem
350
gr
ODENSE Hvid Chocolade
250
ml
róma
Pynt
Candy King blandað bomm
Víndrúur
Vegleiðing
Filmsvegleiðing:
Køkan
Píska egg og sukur luftigt.
Píska síðan restina av tilfarinum í.
Stoyt í ein bakiform og baka í 30-40 min ella til kakan er liðugt bakað á 180°.
Lat hana kølnað á eini rist.
Kremið
Koyr sjokulátuna í eina skál.
Hita róman og stoyt omanyvir sjokulátuna og lat standa í 3-5 min
Rør saman. Um sjokulátan ikki er smeltað, koyr so í mikroovnin í 15 sek á gangin til hon er smeltað.
Stilla í køliskáp yvir nátt ella lat standa í stovuhita.
Píska síðan kremið, so tað verður lætt og koyr í stroytiposan.
Samling
Ger ein form við bakipappírið av talinum, sum tú skalt brúka. Sker kakuna eftir forminum.
Sproyta smáar prikkar omaná køkuna.
Pynta síðan við Candy King bommi og frískum víndrúum.
Torleikastig:
Miðal