Lat aftur

Sjokuladabollar

Portiónir 14 stk
Fyrireiking 30 minutes
Bakitíð 15 minutes
Heva 1 hour
Tíð tilsamans 1 hour 45 minutes

Tilfar

  • 50 gr smør
  • 1½ dl mjólk
  • 35 gr ger
  • 1 tsk salt
  • 2 spsk sukur
  • ½ tsk kardemumma
  • 1 dl súrróma 18%
  • 1 stk egg
  • 500 gr mjøl
  • 200 gr ODENSE Mælkechokolade - 36%
  • 1 stk egg til at pensla við

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:

Sjokuladabollar

  • Smelta smør og mjólk í eini grýtu á lágum hita. Tá mjólkin er lunkað, skal gerið smuldrast í. Ansa eftir at mjólkin ikki verður ov heit, tí so riggar gerið ikki.
  • Rør sukrið og saltið í. Síðan egg, kardemummu og súrróma.
  • Síðan skal mjølið eltast í, og tá tað er eltað til eitt samlað deiggj, skal hakkaða sjokuladan eltast í.
  • Legg eitt viskustykkið omaná og lat heva í 30 min.
  • Rulla síðan deiggið til smáar bollar, og legg teir á eina bakiplátu. Teir skulu ligga tætt uppat hvørjum øðrum, so teir heva inn í hvønn annan.
  • Legg síðan viskustykkið omaná aftur, og lat heva í 30 min.
  • Tendra ovnin á 180°. Meðan ovnurin verður heitur, rør so eitt egg við einum gaffli og pensla bollarnar við egginum.
  • Bakað bollarnar í 12-15 min á 180°
Torleikastig: Miðal