Lat aftur

Mold og ormar

Portiónir 6 gløs
Fyrireiking 30 minutes

Tilfar

  • 2 pk Oreo
  • 70 gr smør smeltað
  • 1 pk róma
  • 1 pk rómaost
  • Gummibomm-ormar Blandað bomm

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Blenda ein pakka av oreo til pulvur.
  • Smeltað smørið í mikroovi ella í eini grýtu. Koyr sðan smørið í Oreopulvri.
  • Deil tað í 6 gløs.
  • Blenda síðan ein pakka av Oreo afturat, og stilla til síðis.
  • Píska síðan ein pakka av róma.
  • Koyr rómaostin í, og helvtina av Oeropulvrinum og píska saman.
  • Deil tað síðan í gløsini.
  • Drússa restina av Oreopulvrinum omaná rómablandingina.
  • Pynta síðan við gummibomm-ormum.

Notes

Um tit ikki eiga eina hvirlu, kunnu tit koyra keksirnar í ein posa og knúsa tær við eini kakurullu ella við botninum av eini grýtu.
Torleikastig: Lætt
Lyklaorð: Barnauppskriftir, Børnini baka