Lat aftur

Banan sjokuladakaka

Fyrireiking 35 minutes
Bakitíð 50 minutes
Køl 45 minutes
Tíð tilsamans 2 hours 10 minutes

Tilfar

Botnur

  • 2 stk egg
  • 300 gr sukur
  • 2 stk mosaðar bananir
  • 180 ml heitum vatni
  • 90 ml olju
  • 90 ml mjólk
  • 180 gr mjøl
  • 50 gr kakao
  • 1 tsk bakipulvur
  • 1½ tsk vaniljusukur
  • ½ tsk salt
  • 1 tsk natron
  • 100 gr ODENSE Mørke Chokoladeknapper

Sjokuladakrem

  • 300 gr ODENSE Mørk Chokolade 55%
  • 300 ml róma

Pynt

  • 1 pk róma
  • 5 stk Oreo keks
  • 1 bl Bonne Maman - Caramel Spread
  • 1 pk ODENSE Spåner med karamelsmag

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Tilfar:

Botnur

  • Píska egg og sukur.
  • Stoyt síðan bananirnar, vatni, mjólkina og oljuna í, og píska aftur.
  • Síðan skal mjøl, kakao, bakipulvur, natron, salti og vaniljusukri í.
  • Tá tað er pískað væl saman, koyr so sjokuladaknapparnar í.
  • Stoyt deiggið í ein rundan form, og baka í uml. 50 min á 175°

Sjokuladakrem

  • Sjokuladan og rómin verða koyrd í ein bolla, og síðan smelta í mikroovni til tað er smelta saman. Rør hvønn 15. minut.
  • Stilla á køl til kremið er heilt kølnað. (Best er at gera kremið dagin áðrenn).

Pynt

  • Tá kakan er bakað og kølnað heilt, verður sjokuladakremið pískað til tað er luftigt. Um kremið er ov hart, kann tað fáa nøkur sekund í mikroovinum.
  • Smyr kakuna slætta við sjokuladakreminum.
  • Píska síðan restina av rómanum, og rør knústu oreokeksirnar í.
  • Koyr rómablandingina í ein sproytuposa við stjørnutúti á, og sproyta omaná kakuna í nakrar 'duddar'.
  • Omaná róman, gert tú strikur við karamellinum, og dryssað við karamelspønunum.
Torleikastig: Roynd