Sjokulada cookies við skúmgæti

1.9K
Í STUTTUM
Tá tú mungar eftir onkrum leskiligum, kanst tú fáa lekkrar cookies uppá einans 20 min frá byrjan til enda.

Sjokulada cookies við skúmgæti

Portiónir 18 stk
Fyrireiking 10 minutes
Bakitíð 10 minutes
Tíð tilsamans 20 minutes

Tilfar

  • 115 gr smør
  • 150 gr farin
  • 115 gr sukur
  • 1 stk egg
  • 2 tsk vaniljuekstrakt
  • 170 gr mjøl
  • 10 gr kakao
  • ½ gr salt
  • ½ gr natron
  • 80 gr ODENSE Hvide Chocoladeknapper
  • 90 gr Odense Mælke Chocoladeknapper
  • 50 gr mini skúmgæti

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Rør smeltað smør, sukur og farin saman til tað samlar seg.
  • Koyr síðan eggið og vaniljuna í.
  • Síla síðan mjøl, kakao, salt og natron í, og rør tað saman.
  • At enda rør sjokuladuna og skúmgæti í.
  • Skeiða smáar kúlur á eina bakiplátu við góðum millumrúmið millum.
  • Bakað í 10-12 min á 175°.
Torleikastig: Lætt
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close