Rullukaka við jarðbersúltutoy

1.7K
Í STUTTUM
Tá tú bráðliga fær gestir, men onki eigur at bjóða teimum, tekur hendan minni enn hálvan tíma at servera. Goym hana til tú hevur brúk fyri henni.

Rullukaka við jarðbersúltutoy

Portiónir 10 fólk
Fyrireiking 5 minutes
Bakitíð 8 minutes
Kølitíð 15 minutes
Tíð tilsamans 28 minutes

Tilfar

  • 4 stk egg
  • 200 gr sukur
  • 50 gr eplamjøl
  • 50 gr mjøl
  • 1 tsk bakipulvur
  • 1 bl Bonne Maman – Strawberry Preserves
  • 1 bl ODENSE Hindber Hallon
  • 20 gr glasur

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Píska egg og sukur luftig.
  • Vend síðan eplamjøl, mjøl og bakipulvur í.
  • Stoyt út á eina bakiplátu og bakað í 8 min á 200°.
  • Legg eitt ark av bakipappír á borðið og drússa sukur omanyvir.
  • Tá kakan er bakað, vend hana á høvdið omaná bakipappírið við sukrinum á. Legg eitt vátt og kalt viskistykki omanyvir og lat kølnað í uml. 15 min.
  • Tak síðan bakipappírið av botninum, og smyr Bonne Maman jarðbersúltutoy á botnin og rulla.
  • Ger glasur og stoyta omaná kakuna, og drússa síðan hindberdrúss omaná.
Torleikastig: Lætt
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close